Smittaða starvsfólkið smittaði ongan annan

Koppsett starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fekk koronusmittuna, men smittaði ongan

Fyri góðum tveimum vikum síðani fekk eitt starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi staðfest covid-19, hóast starvsfólkið var koppsett.

 

Starvsfólkið hevði verið til arbeiðis at koppseta fólk, tá ið smittan varð staðfest.

 

Starvsfólkið hevur verið í sóttarhaldi, og onnur fólk fóru eisini í sóttarhald orsakað av hesum tilburði.

 

Góðar tvær vikur seinni vísir tað seg, at tað spældi væl av við hesum smittutilburði mitt í koppsetingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

– Bæði vit og landslæknin hava fylgt gongdini neyvt síðani, og tað hevur víst seg, at starvsfólkið hevur ikki smittað nakran annan persón. Hetta gevur eina ábending um, at koppsetingin avmarkar vandan fyri at smitta onnur. Harumframt eru sjúkueyðkennini mildari, um ein koppsettur persónur verður sjúkur, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.