– Smittan kann breiða seg skjótt í summar

Tað skal bara ein persónur til, sum ikki fylgir tilmælunum, og so kemur sperðil í, sigur Pál Weihe, yvirlækni

Nógv bendir á, at vit ikki smitta hvønn annan innanhýsis í Føroyum við koronavirus, men at smittan kemur uttanífrá. Tað vitna nýggjastu tølini í øllum førum um, tí tveir nýggir tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið, og hesir báðir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum.

Nú samfelagið byrjar at lata upp aftur spakuliga, er stóri spurningurin, hvørja leið vit vilja fara í Føroyum fyri at verja okkara eldru og veiku móti smittuvanda. Pál Weihe, yvirlækni, heldur, at tað eru nøkur fyrilit vit eiga at taka í sambandi við fólk, sum fara koma til Føroya komandi tíðina.

– Um onkur kemur inn í landið úr útlondum, so er tað møguleiki fyri, at smittan kann breiða seg skjótt. Tað kann til dømis vera ein, sum kemur úr Danmark og endar í einari mannamúgvu á einum festivali ella tiltaki, so kann smittan, áðrenn vit vita av, fara út í allar ættir í samfelagnum. Og so mugu vit bakka aftur til ta støðuna, vit høvdu á Grækarismessu. Tað er tann vandin, vit liva í, sigur Pál Weihe.

Kravið til tey, sum koma til landið, er, at tey skulu í sóttarhald í 14 dagar. Men tað er ringt at hava eftirlit við hesum, og tað kann føra trupulleikar við sær, stúrir yvirlæknin fyri.

– Spurningurin er, um vit klára at fáa hvønn einasta ein, sum kemur til landið, at skilja, at hann skal í ordiligt sóttarhald og ikki fáa samband við restina av samfelagnum. Tað er, sum eg dugi at síggja, okkara trupla avbjóðing, sigur Pál Weihe. 

– Eg ivist í, hvussu langt tað sjálvbodna røkur. Tað skal bara ein persónur til, sum ikki fylgir tilmælunum, og so kemur sperðil í, sigur hann. 

Í Danmark brúka tey eina aðra strategi, har tey í størri mun góðtaka, at smittan er í landinum. 

– Vit hava havt eina øgiliga aggressiva strategi í mun til grannalond okkara. Í Danmark og í Svøríki hevur mann sett ávís tiltøk í verk, so ov stórt trýst ikki kemur á sjúkhúsverkið, og tað hevur eydnast væl í Danmark, og minni væl í Svøríki. Men í Føroyum vilja vit týna smittuni fulkomiliga, sigur Pál Weihe, yvirlækni. 

– Okkara stóri trupulleiki er tí nú, hvussu vit tryggja landamarkið.  

– Vandin er ikki av

Pál Weihe vísir á, at vandin við koronasmittuni verður til staðar leingi aftrat. 

– Eingin ivi er um, at koronasmittan fer at vera í grannalondunum í nógvar mánaðir fram, og í Danmark fer hon at vera árið út í øllum førum. Tað vil siga, at tað blívur við at vera smittuvandi við teimum, sum koma til Føroya úr Danmark, sigur hann og vísir eisini á, at nú samfelagið letur upp í Føroyum, og fólk fara til arbeiðis aftur, so verður smittuverjan innanhýsis veikari.

Hann hevur ikki nakað boð uppá, hvør rætta loysnin er fyri at handfara hesa støðuna. Um vit skulu hava samfelagið afturlatið ella lata mørkini upp og góðtaka støðuna, er nakað, myndugleikarnir mugu avgera, sigur yvirlæknin.

– Um vit hava landamarkið opið, so ein og hvør kann koma inn, so er vandi fyri, at vit allatíð fara at fáa nýggjar tilburðir, og tá verður tað ringt at verja okkara gomlu og veiku, sigur Pál Weihe.

Ferðavinnufelagið hevur í dag sagt, at teirra ynski er at lata samfelagið upp skjótast gjørligt, soleiðis at ferðafólk kunnu koma til Føroya, og ferðavinnan kann byrja aftur. 

– Eg skilji væl, at Ferðavinnufelagið vil lata mørkini upp. Men trupuleikin er, at so hava vit ikki eitt samfelag, har smittan næstan er burtur. So fer hon at ganga runt í samfelagnum, og so mugu vit velja eina aðra strategi, sum er at halda smittuni niðri, so hon ikkileggur ov stórt trýst á heilsuverkið, sigur Pál Weihe.

– Beint nú haldi eg, at vit eru farin tann vegin, at vit vilja hava so fáar tilburðir sum møguligt. Ein máti at gera tað uppá, er jú at hava eftirlit við øllum teimum, sum koma til landið. Eg ynski íð hvussu er, at vit kunnu hava eina trygd fyri, at tey vera í sóttarhaldi, tá tey eiga at vera tað, sigur hann og leggur dent á, at hann ikki hevur eitt boð uppá, hvussu tað skal tryggjast.