Tað bendir alt á, at norski heilsumálaráðharrin, Bent Høje, hevur rætt, tá hann sigur, at Noreg nú er í sínari triðju smittubylgju við koronu. Seinastu dagarnar hava smittutølini í landinum verið høg, at mangt bendir á, at tað fara tey eisini at vera ta næstu tíðina.
Um midnáttarleitið plagar norski Fólkaheilsustovnurin at kunngera síni nýggjastu tøl, sum eru tølini fyri farna samdøgur, og soleiðis hava tey eisini gjørt í kvøld.
Seinastu dagarnar hava smittutølini í Noregi ligið oman fyri 1000 fyri eitt samdøgur, og soleiðis hevur eisini verið farna samdøgur.
Nýggjastu tølini í Noregi siga, at landið hevur havt tilsamans 1034 smittutilburðir seinasta samdøgnið, og tað eru 162 tilburðir fleiri enn sama samdøgur fyri einari viku síðan. Hetta er tó 30 tilburðir færri enn næst seinasta samdøgur.
Higartil hevur Noreg havt tilsamans 84.553 smittutilburðir.
Seinastu sjey dagarnar eru staðfestir tilsamans 6.512 nýggir tilburðir við covid-19 í Noregi, og higartil hevur Noreg gjørt stívliga 4,2 miljónir koronu-royndir, síðan farsóttin tók seg upp. 475.794 fólk hava nú fingið fyrru koppseting og 259.996 hava fingið aðru.
Í løtuni liggja 225 fólk við koronu á norskum sjúkrahúsum, og higartil eru 648 fólk deyð - antin av ella við koronu. 62,3 prosent av teimum deyðu høvdu fylt 80 ár, og í aldursbólkinum yngri enn 50 ár eru níggju fólk deyð.