Smittutilburður ávirkar ikki tilgongdina

- Í tilgongdini, sum liggur fyri framman, fer Grønland helst at fáa onkrar smittutilburðir aftrat, men vit eru til reiðar at taka okkum av hesum, sigur grønlendski landslæknin.

 

Í dag hava tíðindafundir verið í Grønlandi í samband við partvísa uppafturlating av landinum hin 15. juni. Bæði grønlendski landslæknin og landsstýrisformaðurin, Henrik L. Hansen og Kim Kielsen, søgdu, at smittutilburðurin í Aasiasat ikki broytir hesar ætlanir.

- Vit hava fylgt tilmælunum, og vit hava sagt, at vit lata upp aftur hin 15. juni. Vit hava eisini fingið at vitað, at tilmælini eru hildin við atliti til smittutilburðin í Aasiasat. Tí er einki, sum talar ímóti, at vit halda fast um okkara ætlanir um uppafturlating, segði Kim Kielsen.

Landslæknin vísti á, at í tilgongdini, sum liggur fyri framman, fer Grønland helst at fáa onkrar smittutilburðir, men í Grønlandi eru tey til reiðar at taka sær av hesum. Tískil kann landið halda fram við ætlaðu tilgongdini.

Landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, endaði tann eina tíðindafundin við einum boðskapi til borgararnar í Aasiaat. - Tit skulu vera trygg og rólig. Vit hava roknað við, at vit fóru at fáa onkrar smittutilburðir aftrat við fólki, sum koma til landið. 

Kim Kielsen legði aftrat, at neyvt eftirlit verður hildið við møguligum smittaðum, og hvønn og hvørji hesi hava verið í samband við. - So, lat okkum nú taka hetta róliga.

Landsstýrisformaðurin ásannaði eisini, at eingin korona-smitta hevur verið í Gønlandi leingi, men nú eru grønlendingar aftur mintir á, at korona framvegis er ein veruleiki. - Tí er tað eisini neyðugt, at tilmælini um at ansa eftir hvørjum øðrum verða fylgd, segði Kim Kielsen.