Smittutøl í Danmark seta met: Yvir 16.000 smittað

Talið av innløgdum hækkar, og smittan setir met. Harumframt setir positivprosentið eisini met.

 

Upp á eitt samdøgur eru 16.164 smittað við koronu í Danmark.

Tað vísa tøl frá Statens Serum Institut í dag.

Smittutalið er methøgt, og slær metið bara ein dag eftir at seinasta metið varð sett. Í gjár var kunngjørda talið 14.844.

Av tølunum í dag eru 639 av smittutilburðunum fólk sum eru smittað aðru ferð.

Tey smittaðu er funnin millum 130.686 PCR-royndir. Tað gevur eitt positivprosent upp 'a 12,4, sum er nógv tað hægsta í einum skeiði, har øll hava kunnu fingið eina koronukanning.

Harumframt veksur talið av innløgdum við 29 til 608.

Sjey fólk afturat eru deyð við covid-19. Harvið er talið av deyðum í Danmark komið upp á 3.217

/ritzau/