Smogan til Streymoynna

Fyri tað gróðurmikla, søguliga og kulturella feitilendi í tí grønu fruktagóðu Sandoynni verður tað eitt ófatiligt framlop og ein risahending, tá ið Lognberg skjýtur evsta skotið í morgin á ársins stytsta degi.

Nú fáa streymoyingar aktivt samband við oynna hjá tí hábærsligu húsfrúnni í Húsavík, bartrognum Kálvi Lítla, lendið hjá tí ovurfertila megin-genetikaranum harra Klæminti, tí ironiska skemtipróstinum Hentze, og við tann litterera risan, Heðin Brú, tann politiska høvdingin Petur Mohr Dam, tann socialt djarva arbeiðsmannapionerin Jóhan Petur Davidsen, yrkjaran og sjónleikaran Hans Dalsgaard og tann sermerkta excentriska prestin Osvald Viderø.

 

Intellektuelt er oyggin eitt eldorado, men sundurlyndið og klandrið hevur kortini elvt til, at oyggin hevur ikki færri enn TRÝ ellisheim. Tað er social rekord pr. kvadratmetur í Tí danska Ríkinum.

 

Vit ynskja STREYMOYNNI tillukku við at fáa fasta kontakt við hesa forvitnisliga fjøllbroyttu oyggj.

 

Í morgin gera heimasandsfólk "hol í sjógvin" við eini gigantiskari HOL- VEITSLU, har boðið verður til nógv annað enn triviellar holukakur.

 

 

 

Virgar Dalsgaard