Smokie klárir at fara á pallin í kvøld

Menninir í enska rokkbólkinum úr Bradford, Smokie, sum aftur eru komnir til Føroya at spæla, komu við flogari í dag.

 

Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at teir eru spentir til stórdansin, sum verður í høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 23:30.

 

Smokie hava verið virknir í góð 30 ár og hava havt óteljandi hitt, er framvegis í stórformi.Smokie komu fram í sjeytiárunum, tá ið teirra løttu rocksangir gjørdust víðagitnir, men eisini árini síðani hevur bólkurin skrivað og spælt kendar sangir.

 

Seinasta framførslan hjá Smokie í Føroyum var í 2008 á Summarfestivalinum í Klaksvík.

 

Burtur úr stóru rúgvuni av sangum, sum hava gjørt Smokie til eitt víðagitið navn, kunnu nevnast:

Livin' Next Door To Alice,

Oh Carol,

Needles And Pins,

Mexican Girl,

Lay Back In The Arms Of Someone,

I'll Meet You At Midnight og

Boulevard Of Broken Dreams