Smokkaði í kyksendi

Í gjárkvøldi kom ein 14 ára gamal unglingi í trupulleikar, tá ið hann var ein túr í haganum í økinum við Runavík. Hann rendi seg fastan í eitt lendi, sum var kyksendi, og slapp ikki upp aftur

Unglingurin ringdi sjálvur til løgregluna at boða frá. Sambandið var vánaligt, og løgreglan fekk ikki við tað neyva staðið, har unglingin var staddur, áðrenn tað breyt av.

Løgreglan ringdi fleiri ferðir aftur til unglingan, men fekk ikki samband. Gjørt var tí klárt at seta ta stóra leitingina í verk. Men beint áðrenn eydnaðist at fáa samband við dreingin. Tá var tað eydnast honum sjálvur at sleppa upp aftur úr rununi.

Løgreglan minnir fólk á um at ansa sær, tá ið farið verður í hagan.