Smootie á støði við sodavatn

- Innocent smootie er á sama støði sum sodavatn, sigur danska brúkararáðið.

- Innocent smootie er á sama støði sum sodavatn, sigur danska brúkararáðið.

 

Danska brúkararáðið Tænk, hevur ummælt tvey sløg av smootie, sum vit eisini kenna til í Føroyum.

 

Smootie er av nógvum mett sum sunt – í øllum førum nógv sunnari enn sodavatn. Men hyggur tú eftir niðurstøðuni frá Tænk, ja so er støðan als ikki so.

 

 

Tænk hevur ummælt tvey sløg av smootie av merkinum Innocent smootie – sløgini Defence og Energize.

 

 

- Nøvnini á drykkunum eru villeiðandi. Hesi heitini geva eina fatan av, at vørurnar eru fremjandi fyri heilsuna, og at vørurnar harvið eru sunnar, skrivar heimasíðan.

 

 

Men innihaldið av sukri í vørunum ger, at drykkirnir eru á sama orkustøði sum sodavatn.