SMS: EB gav Stjørnuni ein skarpan gang

Við teprum sigri á EB hava klaksvíkskvinnur tryggjað sær heimavøll í FM-fjórðingsfinaluni

Mynd: nordlysid.fo

Í gjárakvøldi var ein dystur í SMS-deildini leiktur í KÍ-høllini í Klaksvík millum Stjørnuna og EB.

 

Stjørnan var greiður favorittur, men EB megnaði veruliga at skelka klaksvíkskvinnur.

 

Í steðginum var EB á odda 15-11. Men við støðuna 20-16 vaknaði Stjørnan veruliga. Stjørnan skoraði fimm mál á rað uttan, at EB svaraði aftur, og so var Stjørnan á odda 21-20. Seinastu løtuna leikaði javnt á. Lea S. Lisberg hjá EB

 

minkaði um munin til 25-26, tá 55 sekund vóru eftir. Nærri kom EB ikki, og Stjørnan vann sostatt dystin 26-25.

 

Sigurin merkir, at Stjørnan verður í minsta lagi nummar fýra, og fær tí heimadyst í FM-fjórðingsfinaluni.

 

Kristinn Guðmundsson, venjari hjá EB gav ilt av sær um dømingina beint undan leikloki, og var tí burturvístur.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

##med3##

 

Leygardagin klokkan 13.30 spæla H71 og VB í Hoyvíkshøllini. Sunnudagin klokkan 14 vera tveir dystir á skránni. StÍF tekur móti Neistanum, og VÍF tekur móti Kyndli. 

 

 

 

Mynd: nordlysid.fo