SMS: Enn ein stórsigur til H71

H71 vann ein 20-málssigur á VB í Hoyvíkshøllini

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag.

 

Greiða oddaliðið, H71 tók á heimavølli í Hoyvíkshøllini móti VB. 

 

Talan gjørdist um enn ein stórsigur til H71. Í dag vann H71 39-19. Í steðginum var H71 á odda 16-10.

 

VB var væl fyrstu løtuna, og tá eitt korter var farið var støðan javnleikur 6-6, men eftir tað var H71 greitt omaná.

 

Sunnudagin klokkan 14 vera tveir dystir á skránni. StÍF tekur móti Neistanum, og VÍF tekur móti Kyndli. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##