SMS: Enn ein stórsigur til hoyvíkskvinnur

H71 vann fimtanmálssigur á VÍF í málríkum dysti

Tað er eingin ivi um, at H71 verður annað liðið sum vinnur seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini.

 

Í kvøld vann H71 stórsigur á VÍF í einum málríkum dysti í Hoyvíkshøllini. Máltalvan vísti 46-31 til H71 tá dysturin var liðugur. Í steðginum var H71 á odda 23-16. 

 

H71 hevur í 15 teimum fyrstu dystunum tryggjað sær 29 av 30 møguligum stigum. 

 

Sigurin merkir, at hoyvíkskvinnur hava heili átta stig niður til Neistan, ið er nummar trý við 21 stigum. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##