SMS fekk Brúkaraprísin

P/F SMS fekk Brúkaraprísin 2010. Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, segði millum annað, at SMS hevur gingið undan á økinum og hevur sera fá mál í mun til tlaið á kundum. Fyri lítlari løtu síðani varð Brúkaraprísurin 2010 handaður í Perluni í Tórsgøtu.

Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður, segði í grundgevingunum til, at júst P/F SMS skuldi hava henda prísin, at tað millum annað er, at SMS hevur gingið á odda á økinum í nógv ár.

- Tað eru fleiri ár síðani at SMS innførdi felags umbýtingarrætt í øllum handlunum, sum húsast inni í SMS, sjálvt um hetta ikki er ásett í nakrari lóg. Síðani er tað eisini støddin av viðskiftafólkum. Tað eru umleið 45 - 50.000 vitjandi í SMS um vikuna, og 80 prosent av teimum handla við ein av kassunum. Tað vísir seg, at vit hava ómetaliga fá mál við SMS, og har tað hava verið mál, og tey mál, sum vit hava havt, har hevur SMS rættað skeivleikar beinanvegin, staðfestir Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður.

Niels Mortensen, stjóri í P/F SMS tók móti prísinum, og hann segði, at hetta er ein staðfesting av tí arbeiðinum, sum SMS hevur gjørt í nógv ár, og at tey í SMS áhaldandi fara at royna at ganga á odda innan brúkaravernd.