Aftaná at hava snávað móti Neistanum í FM-hálvfinalunum í SMS-deildunum undanfarnu árini eydnaðist tað í dag Kyndli at knógvað Neistanum í FM-hálvfinalunum.
Men tað var við minsta marginali, at Kyndil fór við sigrinum í tí seinnu FM-hálvfinaluni.
Kyndilskvinnur vunnu dystin 30-29 aftaná longda leiktíð. Tað stóð á jøvnum 25-25 aftaná vanliga leiktíð. Kyndil var á odda 15-12 í steðginum.
Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum var Kyndil á odda 24-20, men tá megnaði Neistin at skjóta fimm mál á rað uttan, at Kyndil megnaði at svara aftur. Men Kyndil megnaði at koma upp á javnleik aftur.
Kyndil vann fyrru FM-hálvfinaluna 27-19 (16-8).
Í FM-finalunum møtir Kyndil H71, har spælt verður best av fimm dystum. Fer uppgerðin til fimm dystir fær H71 tríggjar heimadystir, tí tær vunnu grundspælið í SMS-deildini.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá seinnu FM-hálvfinaluni Kyndil-Neistin 30-29 (25-25 - 15-12) :
##med2##