»Fyrimunurin við at fáa sítt framleiðslutilfar ókeypis frá politisku skipanini:
P/F SMS seldi í 2011 fyri 336,3 milliónir krónur. Av tí at SMS má rinda marknaðarprís fyri sítt framleiðslutilfar (vørurnar, sum verða seldar víðari til kundarnar), so var framleiðslukostnaðurin í sambandi við søluna 277,7 milliónir - t. e. 82,6% av søluvirðinum. Bruttovinningurin var tí 58,6 milliónir krónur.
Eftir avskrivingar vóru 49,5 milliónir eftir, harav tey 260 starvsfólkini fingu 43,1 millión (166 túsund krónur í part í miðal), meðan eigararnir av SMS fingu eitt ársúrslit upp á 6,4 milliónir krónur.
Uppisjóvarskipið Finnur Fríði hjá Varðanum seldi í 2011 fyri 151,5 milliónir krónur - altso 45 % av umsetninginum hjá SMS. Men av tí at Finnur Fríði ikki rindar fyri sítt framleiðslutilfar (fiskin í sjónum), so var framleiðslukostnaðurin í sambandi við søluna 31,1 millión krónur - 20,5% av
søluvirðinum. Bruttovinningurin var tí 120,4 milliónir krónur
- altso 205% av bruttovinninginum hjá SMS.
Eftir avskrivingar vóru 107,9 milliónir eftir, harav tey 26 starvsfólkini fingu 46,5 milliónir (1 millión og 789 túsund krónur í part í miðal), meðan eigararnir av Finni Fríða fingu eitt ársúrslit upp á 61,4 milliónir krónur.
Jú sanniliga loysir tað seg at duga telefonnummarið hjá fiskimálaráðharranum.«