SMS: Neistin vann á Kyndli - H71 er nú einsamalt oddalið

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í dagsins SMS-dystum

Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini seinnapartin í dag.

 

Í høllini á Hálsi í Havn var grannauppgerð millum Neistan og Kyndil. Neistakvinnur vunnu 29-27. Talan er um fyrsta tapið hjá kyndilskvinnum hetta kappingarárið.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Tá kom Neistin framum 26-23, og neistakvinnur sleptu ikki leiðsluni aftur. Tá tríggir minuttir vóru eftir var Neistin á odda 29-24. Kyndil slapp at pynta um við trimum málum ta seinastu løtuna.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 stórsigur 42-22 á StÍF. Í steðginum var H71 á odda 22-12. H71 er nú einsamalt oddalið við 15 stigum.

 

Í høllini á Eiði vann VÍF 36-29 á EB. Í steðginum var VÍF á odda 14-9.

 

##med2##

 

HER er dómaraseðilin hjá hsf.fo frá dystinum Neistin-Kyndil 29-27 (15-15)

 

##med3##

 

HER er dómaraseðilin hjá hsf.fo frá dystinum H71-StÍF 42-22 (22-12)

 

##med4##

 

HER er dómaraseðilin hjá hsf.fo frá dystinum EB-VÍF 29-36 (9-14)

 

##med5##

 

 

 

 

 

Maria P. Nólsoy var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum