Ein dystur í SMS-deildini var leiktur í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Neistin tók ímóti EB, og eydnaðist tað neistakvinnum at rista steypavónbrotið av sær, og vinna ein trivaligan sigur í einum málríkum dysti.
Máltalvan vísti 39-30 til Neistan tá dysturin var liðugur. Í steðginum vóru neistakvinnur á odda 20-15.
Fremsti málskjúttin hjá Neistanum var Maria P. Nólsoy við 12 málum. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við 10 málum.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Komandi leygardag vera tveir dystir leiktir í SMS-deildini. Klokkan 13.30 tekur H71 móti VB í Hoyvíkshøllini, og klokkan 18 spæla VÍF og StÍF í høllini í Vestmanna.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 17 | 548 | 417 | 131 | 31 |
NEISTIN | 17 | 537 | 440 | 97 | 26 |
H71 | 16 | 493 | 441 | 52 | 21 |
STÍF | 16 | 469 | 451 | 18 | 20 |
VÍF | 16 | 483 | 440 | 43 | 18 |
STJØRNAN | 17 | 430 | 530 | -100 | 8 |
EB | 17 | 439 | 530 | -91 | 7 |
VB | 16 | 389 | 539 | -150 | 1 |