SMS: Neistin-VB er avlýstur

Vágskvinnur sleppa ikki norður til Havnar við Smyrli, og tí er dysturin klokkan 14 avlýstur

HSF boðar frá: - Dysturin í SMS deildini sunnudagin 29. januar millum Neistan og VB er útsettur, tí Smyril hevur avlýst dagsins fyrru túrar vegna veður.

 

Dysturin skuldi spælast í høllini á Hálsi klokkan 14.