SMS: Nýklaktu steypavinnararnir vunnu greitt á Stjørnuni

Kyndil er nú greitt oddalið í SMS-deildini

Nýklaktu Faxe Kondi steypavinnararnir, Kyndil spældu í kvøld dyst á heimavølli í SMS-deildini í høllini á Hálsi.

 

Dysturin var móti Stjørnuni. Kyndil vann greiðan 30-21 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 17-10. 

 

Aftur í kvøld var Turið Arge Samuelsen toppskjútti hjá Kyndli. Hesaferð við 11 málum.

 

Ella Lionsdóttir Samson og Durita Ljósstein Johansen vóru toppskjúttar hjá Stjørnuni við seks málum hvør.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 tekur Neistin móti EB í høllini á Hálsi.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum millum Kyndil og Stjørnuna:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL1754841713131
 NEISTIN164984108824
 H71164934415221
 STÍF164694511820
 VÍF164834404318
 STJØRNAN17430530-1008
 EB16409491-827
 VB16389539-1501