SMS: Púra javnt í kapprenningini um annað plássið

Neistin var aftanfyri við málum í steðginum, men vann ein greiðan sigur kortini

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

 

Neistin tók móti Stjørnuni í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkskvinnur omaná, og í steðginum var Stjørnan á odda 18-14.

 

Tá 36 minuttir vóru farnir var Stjørnan á odda 20-18. Tá eydnaðist Neistanum at venda støðuni frá 18-20 til eina 24-20 leiðslu. Stjørnan minkaði um munin til 24-22, men løtu seinni var Neistin frammanfyri 27-22, og eftir tað sleptu neistakvinnur ikki takið á dystinum.

 

Tað er nú púra javnt í kapprenningini millum Kyndil og Neistan um hvør endar á øðrum plássinum, og harvið vinnur seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar.

 

Kyndil hevur tó dystir móti StíF og VB eftir, og kann við einum væl betri málmuni tryggja sær annað plássið. Í annaðkvøld klokkan 18 tekur Kyndil móti StÍF í høllini á Hálsi. Neistin tekur móti VB í høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.30. Eftir tað hevur Neistin ein dyst eftir móti VÍF á heimavølli.

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##