Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í SMS-deildini.
Í KÍ-høllini í Klaksvík tók Stjørnan móti VB.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Tá 27 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 13-13. Í steðginum var Stjørnan á odda 16-14.
Í seinna hálvleiki var Stjørnan omaná og vann at enda dystin 31-23.
Savica Mrkikj var stórskjútti hjá Stjørnuni í dag. Hon skoraði ikki færri enn 13 mál.
VB hevði eisini sín stórskjútta í dag. Sanja Pajic skoraði 11 av 23 málum hjá VB.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 8 | 255 | 192 | 63 | 14 |
KYNDIL | 8 | 249 | 196 | 53 | 14 |
STÍF | 8 | 235 | 230 | 5 | 10 |
H71 | 7 | 220 | 198 | 22 | 8 |
VÍF | 7 | 206 | 202 | 4 | 6 |
STJØRNAN | 8 | 205 | 232 | -27 | 6 |
EB | 8 | 200 | 253 | -53 | 3 |
VB | 8 | 200 | 267 | -67 | 1 |