SMS: VB tryggjaði sær javnleik í seinasta sekundi

Erna Pajic syrgdi fyri, at eitt stig var eftir í Vági ígjár

Ígjár leiktu VB og VÍF dyst suðuri í Vágshøll í Vági.

 

Tað endaði við javnleiki 26-26, og tað kann heimaliðið fegnast mest um.

 

Tá seks minuttir vóru eftir vóru vestmannakvinnur á odda 25-21. Tá minni enn tveir minuttir vóru eftir var VÍF á odda 26-24. Fyrst minkaði Rúna M. Jacobsen um munin til 25-26. Í allarseinasta sekundi eydnaðist tað Ernu Pajic at javna til 26-26, og so kundi vágbingar stórfegnast.

 

Í steðginum var VÍF á odda 12-11.

 

VB er nummar seks við fýra stigum, og VÍF er nummar fimm við sjey stigum. Tann endastøðan hevði givið eina FM-fjórðingsfinalu á útivølli móti nummar trý og nummar fýra. 

 

##med2##

 

Her er dómaraseðilin frá hsf.fo: 

 

##med3##