Ein minnilig FM-fjórðingsfinala í SMS-deildini var leikt í Hoyvíkshøllini í dag.
H71 tók móti VÍF, og tað mátti spælast 70 minuttir av hondbólti, og ein brotskastskapping avgreiðast áðrenn vinnarin var funnin.
Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 23-23. H71 var annars greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru hoyvíkskvinnur á odda 13-7 í steðginum.
Í longdu leiktíðini var VÍF á odda 27-25 tá 41 sekund vóru eftir, men við málum hjá Karin og Elsu Egholm megnaði H71 at javna til 27-27, og so var neyðugt við brotskastskapping.
Í brotskastskappingini skoraðu Agnas Funn, Rannvá Olsen, Rakul Borgarlíð Joensen og Anita Muratovic fyri VÍF. Bert Tóra Róadóttir skoraði fyri H71, og so vann VÍF 31-28.
Tað verður sostatt VÍF, ið skal kappast í FM-hálvfinalunum.
Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. Agnas Funn var toppskjútti hjá VÍF, eisini við níggju málum.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##