Smuglaði 200 tons av kokaini

Í New York hevur dómsvaldið givið meksikanska rúsevnabaróninum Gilberto Salinas Doria 27 ára fongsul, eftir at hann varð dømdur sekur í at hava smuglað minst 200 tons av kokaini úr Meksiko til USA í árunum frá 1994 til 1999.

Gilberto Salinas Doria varð tikin í Meksiko í fjør og seinni útflýggjaður USA til rættarsókn sambært einari avtalu millum tey bæði londini.

Áðrenn hann bleiv tikin, stóð Doria á odda fyri at smugla kokain úr Meksiko um markið til Texas, haðani rúsevnið bleiv sent til marknaðirnar í stórbýum sum New York og Los Angeles.