Smuglaðu 45 kilo av kokaini og amfetamini við Norrønu

Tá Norrøna kom til Íslands hósdagin, funnu tollarar eina rúgvu av rúsevnum í einum persónbili

 

Hósdagin kom íslendski tollmyndugleikin fram á ein persónbil umborð á Norrønu, tá hon legði at í Íslandi. Í bilinum funnu tollararnir eina stóra nøgd av rúsevnum. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið í dag.

Rúsevnini fevndu um bæði amfetamin og kokain, og talan var um tilsamans 45 kilo. Hetta er sambært Morgunblaðnum ein av størstu mongdunum, sum hald nakrantíð er lagt á í Íslandi. 

Narkohundurin í Egilstøðum luktaði seg fram til rúsevnini í persónbilinum. Bilurin skal nú kannast nærri, og tveir útlendingar eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur.