Tveir menn, sum komu við Norrønu í gjár, smuglaðu við sær í land tvey kilo av hassji, sum varð krógvað í eykahjólinum í bilinum, teir høvdu við sær.
Málið er fyri í Føroya Rætti í løtuni. Talan er um fýra mans millum 24 og 32 ára gamlir. Tveir danir, sum komu við Norrønu í gjár, og tveir føroyingar, sum skuldu selja hassjið í Føroyum.
Annar føroyingurin játtaði seg sekan í øllum, og hann leggur nú alt á borðið í rættinum, sum tí er fyri læstum hurðum.
Teir báðir danirnir vórðu tiknir klokkan 14:10 í gjár, meðan føroyingarnir vóru tiknir í gjárkvøldið klokkan 19:36.
Tvey kilo av hassji eru verd 500.000 krónur á gøtuni í Føroyum.