Smuglararnir í varðhaldi

Menninir, sum vórðu tiknir á veg til Íslands við rúsevnum, skulu sita í varðhaldi til tann 12. mai Rætturin á Eysturlandinum hevur gjørt av, at teir tríggir menninir skulu varðhaldsfongslast til tann 12. mai, og sambært fjølmiðlunum skulu teir sita í varðhaldi í Reykjavík.

Seglbáturin, sum menninir brúktu til at smugla 109 kilo av rúsevni við, kom til Eskifjarðar í morgun saman við sjóverjuskipinum Týr.

Smuglararnir, tveir íslendingar og ein niðurlendingur, vórðu tiknir í fyrrakvøldið, tá menn hjá íslendsku myndugleikunum fóru umborð á seglbátin millum Ísland og Føroyar.