Smuglari handtikin

Ein rúsevnissmuglari, sum varð handtikin á flogvøllinum, royndi at stinga hash og kokain í ferðagóðsið hjá Atla Hansen í Gøtu. Tað eydnaðist ikki, og smuglarin varð væntandi varðhaldsfongslaður seinnapartin í gjár

Ferðalagið við Atlantsflogi til Føroya tórsdagin var áhugavert. Við flogfarinum var danski stjørnubólkurin ShuBiDua, Jan Müller, blaðstjóri, Atli Hansen, formaður í Gøtu Kirkjuráði; og ein 33 ára gamal rúsevnissmuglari.

Undirbuksurnar hjá hesum smuglara vóru meira spennandi enn vanligar undirbuksir. Har niðri hevði maðurin, millum annað, hash og kokain. Tað var hashhundurin hjá tollvaldinum, ið snoddaði seg fram til ólógliga innihaldið í undirbuksunum.

Hin 33 ára gamli smuglarin var ikki so at syfta. Eftir at hann var handtikin í komuhøllini á flogvøllinum, royndi hann at sleppa sær av við rúsevnini. Hin illgrunaleysi Atli Hansen hevði sett ferðagóðsið frá sær á gólvinum og var farin út á vesið. Tá hann kemur inn aftur, sær hann, at okkurt óvanligt er áfatt. Handtikni maðurin fer í somu løtu fram við ferðagóðsinum hjá Atla, og roynir at stinga rúsevnini í taskuna hjá forfarda gøtumanninum. Tað eydnaðist kortini ikki, tí alt góðsið hjá Atla var kannað gjølliga og har var onki ólógligt at finna.


Kravdi varðhaldsfongsling


Løgreglan í Vágum váttar, at maðurin varð handtikin og avhoyrdur beinanvegin. Tað vísti seg, at nøgdirnar á rúsevnunum vóru so stórar, at kriminalløgreglan noyddist at koma upp í leikin. Maðurin varð sostatt fluttur til Havnar.

Kriminalløgreglan í Havn sigur, at talan er um 80 gramm av hashi og 5 gramm av kokaini. Fyrrapartin í gjár avhoyrdi kriminalløgreglan mannin, men ikki er frætt um maðurin játtar seg sekan. Fríggjadagin klokkan 13.00 skuldi maðurin til grundlógaravhoyringar í Føroya Rætti, har ákæruvaldið fór at krevja mannin varðhaldsfongslaðan.




Fakta um dóm


Revsikarmurin fyri rúsevnissmugling er sera víður. Avgerðandi er, hvussu dómarin metir málið. Hann kann velja at døma eftir § 3 í lógini um rúsandi evni. Revsikarmurin í hesi lógini gongur úr bót, til hefti og upp í 2 ára fongsul. Velur dómarin hina strangaru § 191 í revsilógini, ber til at fáa upp í 6 ára fongsul.

Sannlíkt er ikki, at handtikni maðurin í hesum máli verður dømdur eftir revsilógini. Dømi eru um, at royndir at smugla millum 250 og 700 gramm av hashi, eru endaðar við dómi eftir tí linaru lógini. Hóast kokain er við í fonginum hesaferð, verður ikki hildið, at nøgdirnar eru nóg stórar til at døma eftir revsilógini.