Ásmundur á Geilatrøð í Norðragøtu deyður

Gamla verðin hevur mist son, Ásmund Thomsen, 85 ár.

Rigmor, sum kom úr Ringsted aftaná kríggið, hevur mist sín Ásmund, mannin.

Lívið slóknað, men minnini so klár um hetta parið, sum eingi børn áttu, men sum var so nógv fyri onnur, børn sum vaksin.

Lærdóm høvdu bæði, men mest taldi umsorgan.

Takk fyri árini við gestablídni í Danmark.

Sjúrður Hansen, Gøtu.