Ásmundur er føddur á Eiði í 1931. Umframt at hann arbeiddi sum telefonmaður á Telefonverkinum í 27 ár, byrjaði hann í 50´unum at fotografera, og hetta vant uppá seg, til foto bleiv hansara yrkisvegur. Hann fór at geva út postkort við myndum av føroyskari náttúru, og síðani fór hann eisini at geva út myndabøkurnar "Føroyar í myndum" við teksti hjá Hans Thomsen.
Harumframt fotograferaði hann í samband við øll møgulig høvi, brúdleyp, skipsdópar, almennar vitjanir osfr. Hansara myndir hava verið at sæð nógvastaðni sum t.d. í Atlantic Review og National Geografic.
Ásmundur tók myndir til bókina "Blandt frender på Færøyene", eins og
hann tók fotomyndirnar til bókina "Føroysk list", sum Emil Thomsen gav út
við teksti hjá Williami Heinesen. Hann og Eyvindur Mohr leveraðu myndir til
tey fyrstu føroysku frímerkini.
Sum fotografur er Ásmundur Poulsen sjálvlærdur. Hann hevur verið kring oyggjarnar mangar gangir við sínum Hasselblad myndatólið. Hann hevur eitt serligt myndaeyga og ein serligan áhuga fyri føroysku náttúruni, sum hann hevur fotograferað gjøgnum sløk fimti ár. Umframt føroyamyndirnar, sum eru kendar frá vøkrum postkortum og
myndabókum, hevur Ásmundur Poulsen gjørt fleiri áhugaverdar portrettmyndir,
ið tykjast meira eksperimenterandi í stílinum, har hann m.a. arbeiðir við
ekspressivum ljós- og skuggaárini.
Foreldrini hjá Ásmundi vóru Thomina, f. Andreassen, og Hans Jacob Poulsen, bæði av Eiði.
Í 1952 giftist hann Esther, f. Poulsen, úr Djónastovu á Eiði, Tey fingu tríggjar døtur: Berghild, Halldis og Kinnu. Abbabørnini eru trý í tali, og langabbabørnini eru fýra.
Ásmundur og familjan hava síðan sekstiárini búð í húsunum uppi á Lutzenstrøð
í Havn, og har býr Esther enn. Ásmundur býr á Heiminum í Vallalíð, har
føðingardagurin verður hildin.