Smurdu Skotland av

Fyrsti sigurin í EM kappingini fyri lið í talvi var so trivaligur sum 3 ½ - ½

Í fjórða umfari eydnaðist tað loksins føroyska talvlandsliðnum at vinna í EM kappingini fyri lið, sum í hesum døgum er í Reykjavík. Talan var um sera sannførandi sigur, tí úrslitið ímóti Skotlandi var 3 ½ - ½. Føroyar eru styrkismettar sum nummar 34, og Skotland eru styrkismettar sum nummar 35.

Á trimum teimum fremstu borðunum vunnu Helgi Dam Ziska, Høgni Egitoft Nielsen og Rógvi Egilistoft Nielsen, og á fjórða borði endaði tað javnt hjá John Arna Nilssen. John Rødgaard hevði frí ídag.

Fimta umfar verður týsdagin klokkan 15. Tá skulu Føroyar telva ímóti Kosovo, sum er styrkismett sum nummar 36 og harvið aftast av londunum, sum eru við í kappingini.

Eftir fýra umfør hava Føroyar 2 dystarstig. Eysturríki hevur eitt dystarstig, meðan Belgia og Skotland eru tey einastu, sum ongan dyst hava vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum. Russland er ovast við fullum dystarstigatali – átta eftir fýra umfør.

Mikudagin verður frídagur. Annars verður telvað hvønn dag fram til sunnudagin, tá ið níggjunda og seinasta umfar verður.