Smyril fór ikki av Krambatanga klokkan 15:30 í dag og siglir ikki aftur fyrr enn í morgin Smyril hevur verið seinkaður í dag vegna veður og kom ikki á Krambatanga í dag, fyrr enn kl. 15:30, tá hann annars átti at fara av Krambatanga, og norður til Havnar.
Men veðrið er so vánaligt, at Smyril avlýsti túrin aftur til Havnar í dag, og verður liggjandi á Krambatanga, og ætlandi fer til Havnar klokkan 7:00 leygarmorgunin.