Arbeitt verður nú við at betra um atløguviðurskiftini við oljutangarnar hjá SEV á Oyrunum í Vági.
Longi hevur verið arbeitt við ætlanini um, at Smyril ikki longur skal bunkra á Sundi, men heldur skal hann bunkra í Vági.
Strandferðsan hevur áður upplýst, at við at bunkra í Vági slepst undan at flyta túrar, og at í Vági er eisini talan um betri og tryggari havn.
Smyril skal bunkra tungolju úr tangunum hjá SEV. Pumpuskipan er sett upp, og nú verður bøtt um atløguviðurskiftini við einum bryggjukanti, so bæði Smyril, og eisini onnur skip, hava møguleika at bunkra í Vági.