Eina tíð hevur verið arbeitt við at gera atløgu viðurskiftini á sunnara armi í Vági soleiðis, at Smyril kann bunkra við oljutangarnar hjá SEV.
Og í dag kom so Smyril á Vág at bunkra, og ætlandi verður soleiðis framyvir. Avtala er gjørd um hetta í ávíst áramál.
Brimil liggur eisini á Vági í dag. Í samband við bunkringina hjá Smyrli eru oljusperringar lagdar kring Smyril, og er hetta fyribyrgjandi, so alt er til reiðar, um okkurt óhapp skuldi hent.
Vágbingar fegnast um at hava Smyril sum gest á vágni aftur. Nógv fólk hevur fylgt við hvussu hevur gingist hjá Smyrli á fjørðinum.
Í samband við bunkringina er ferðaætlanin eitt sindur øðrvísi enn vant.
Fráferð verður av Vági til Havnar kl. 16:30. Fráferðin av Havnini kl. 18:30 verður flutt til kl. 19:30