Smyril er amboðið, viljin er eingin

Hergeir Nielsen

Kostnaðurin, sum Jacob Vestergaard nú tekur fyri eina koyggju umborð á Smyrli í tveir tímar, er skammleysa høgur.
300 kr. fyri tveir tímar er púra ørt, og umroknað til samdøgurðskostnað er talan um 3.600 kr.
Hesin kostnaður liggur væl omanfyri kostnaðin á teimum allardýrastu fimmstjørnaðu hotellunum í heimsins stórstu metropolum, og talan er um eitt gamalt fólkafloksátak.
Bjarni Djurholm gjørdi tað sama fyri seks árum síðan. Tá tóku vit beinanvegin í nakkan á honum, og síðani hava vit ikki frætt aftur til málið fyrrenn nú, Jacob Vestergaard herjar á.
Tey, sum brúka koyggjurnar, eru oftast gomul og sjúk, sum á náttartíð noyðast norður um fjørðin í teirra serligu ørindum.
Tey sita nú sum pallstúttur og kúra, har tey ístaðin kundu fingið ein lúr og komi frísk til Havnar fyri ein sámiligan kostnað.
Hvat riðilin av Suðuroyartingmonnum, sum mannar hesa samgongu, hugsar fyri sær, er ikki gott at vita, men framferðin er bæði óhøvisk og ótolandi.
Nær teir hinvegin taka seg saman til at bøta okkum um siglingina um fjørðin, er ein góður spurningur.
Samferðslan er av avgerandi týdningi fyri menningina av vinnulívinum og búsetingarmynstrinum úti um landið.
Beinanvegin Smyril kom, skeyt Tjóðveldisflokkurin upp at økja túratalið upp í tríggjar túrar um dagin.
Eisini hava vit skotið upp hægri játtanir, so at siglast kundi kostnaðarleyst, ella í øðrum lagi fyri helvtina av verandi kostnaði.
Hesir fara hinvegin og herða kostnaðin, serliga á tey gomlu og veiku.
Hóast henda greiða vilja frá stórsta flokki í andstøðu, so hevur samgongan, og serliga landsstýrismaðurin, ligið á møguleikunum fyri at veita Suðuroynni bara líkinda javnbjóðis samferðslumøguleikar, so sum vit síggja teir í landfasta partinum av landinum.
Menningin í Vágum er økt munandi, síðani vit gjørdu undirsjóvartunnilin vestur hagar, og sama gongdin vísir seg norðuryvir, síðani vit gjørdu tann undirsjóvartunnilin norður tann vegin.
Ætlanir okkara suðuryvir vóru tær somu. Vit fóru undir ein nýgjan Smyril, sum var goldin, tá ið hann kom, og sum hevði orku til fýra túrar um dagin.
Tíverri hevur landsstýrismaðurin nú á hálvumøðrum ári ligið á møguleikunum fyri at sigla so mikið ein einasta túrin meira um dagin.
Heldur ikki hevur hann fyri sýns sakir verið við í kappingini við alment riknu undirsjóvartunlarnar um kostnaðarleysar dagar.
Skal verulig nytta spyrjast burturúr øktum túratali í 2007, skuldi hetta verið lýst árið frammanundan.
Landsstýrismaðurin er tí í veruleikanum longu eitt ár afturút, um hann í heila tikið ætlar sær at gera nakað sum helst á økinum hetta summarið.
Fólkatalið í landføstu økjunum er støðugt vaksandi, meðan tað í Suðuroynni er støðugt fallandi, og eru vit nú komin niður um 5.000 fólk, sum er lægsta talið í nýggjari tíð.
Tunnilsfeløgini hava lýst við og sett í verk eina røð av kostnaðarleysum túrum á 24 tímar undir Lorvíksfirði og Vestmannasundi í 2007.
Fleiri av hesum túrum hava longu verið.
Spurdur á tingi um somu skipan um firðir og sund svarar landsstýrismaðurin, at hann arbeiðir við málinum.
Spurdur á tingi um onnur framstig á Suðuroyarleiðini, svarar sami landsstýrismaður, at hann arbeiðir við málinum.
Men har hendir tíverri einki.
Amboðið er ein av heimsins bestu spildurnýggju útgoldnu ferjum, sum hann hevur fingið upp í hendi at umsita.
Á summmarmála 2007 kunnu vit tíverri staðfesta, at nýggja ferjan, sum kom á heysti 2005, als eingi framstig hevur veitt, hvørki teimum ferðandi ella Suðuroynni.
Smyril er eitt frálíkt amboð, men viljin til at lyfta siglingina upp á eitt munandi hægri støði, er eingin.
At hugsa sær til, at vit nú á øðrum ári við einum av heimsins bestu ferjum framvegis sigla við ongum tekniskum framstigum millum tey ferðandi.
Sjónvarps- og telefonsamband er verri enn einki, og internetsamband er als ikki til.
Hví landsstýrismaðurin verður liggjandi á øllum møguligum framstigum, nú hann hevur fingið eitt so framúr gott amboð at arbeiða við, ja, tað undrar okkum øll.