Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður vorðið við siglingini hjá Smyrli til og ú Vági.
Tað einasta, sum er greitt, er, at Smyril sleppur ikki at sigla til Vágs leygardag, sum Strandferðslan hevur ætlað eftir nýggju ferðaætlanini.
Vágs Býráð boðaði í farnu viku frá, at Smyril fær ikki atløgupláss í Vági leygardagar, tí tá eru tað onnur skip, sum brúka ferjuleguna.
Og leygardagin gekk sjón fyri søgn.
Tá ið Smyril var á veg suður til Vágs leygarmorgunin, ringdi skiparin til Vágs at viðja um keipláss.
Men keifútin kundi bara siga sum var, at tað bar ikki til, tí atløgusíðan var upptikin.
Smyril mátti tískil til Tvøroyrar ístaðin.
Tað var ongin annar enn sluppin Johanna, sum lá í ferjuleguni og sum gjørdi, at Smyril ikki fekk lagt at.
Annars var ætlanin, at Smyril skuldi sigla av Havnini til Vágs leygardag, men hann skuldi bara leggja at í Vági, so skuldi hann norður á Tvøroyri at liggja, haðani hann skuldi norður aftur klokkan 17.15.
Men hesa ætlanina halda vágbingar so lítið um, at teir hava, sum tað sást leygardagin, beinleiðis saboterað hana.
Tað var annars løgtingið, sum samtykti, at Smyril skuldi taka siglingina á Vág uppaftur fyri at bøta um hjá vinnulívinum.
Men Vágs Býráð heldur ikki, at túrurin á Vág tænir nøkrum endamáli.
?Vit taka hetta sum eina roynd at sleppa undan at fremja løgtingsins vilja.
Býráðið vísir á, at hvørki kommunan, ei heldur vinnulívið, hava fingið nakran fyrispurning frá Strandferðsluni um, nær tað er best at sigla túrin, ella um keipláss.
Vágbingar vilja tí hava ferðaætlanina broytta, so at Smyril fer at sigla á Vág mitt í viku, og tá fer ikki at standa á at fáa keipláss.
Óvist
Á Strandferðsluni upplýsir Heri Joensen, at enn er ívit, hvat hendir
? Men okkurt skal gerast, og løgtingssamtyktin skal haldast, sigur hann.
Hann sigur, at strandferðslan fer nú at seta seg í samband við partarnar í málinum at vita, hvør loysn kann finnast.
Partarnir í málinum eru m.a. Vágs Kommuna og vinnumálastýrið.
Spurdur um ikki Strandferðslan skuldi havt tryggja-ð sær keipláss frammanundan, sigur hann, at tað hevur vanligt, at har ferjulega hevur verið, hevur hon verið taks hjá strandfaraskipunum uttan víðari.
Grundin til, at Strandferðslan siglir á Vág leygardag er, at tað ber illa til kortini at flyta tungan farm til og úr Vági, tí Smyril fær bara lagt síðuportrið at í ferjuleguni í Vági.