Smyril fekk um bógskrúvuna

Smyril var seinkaðurav Havnini í gjárkvøldið til Suðuroyar, tí hann fekk um bógskrúvuna, tá hann legði at í Havn. Smyril skuldi sigla av Havnini til Suðuroyar í gjárkvøldið kl. 21, men av tí at hann hevði fingið okkurt um bógskrúvuna, tá hann legði at í Havn, varð hann noyddur at útseta fráferðina úr Havn.

Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Kl. 22 í gjárkvøldi fóru froskmenn niður at fáa tað burtur, sum hevði sett seg um bógskrúvuna, og hetta tók somikið av tíð, at Smyril ikki kundi fara av Havnini fyrr enn kl. 04.30 í nátt til Suðuroyar.

Smyril sigldi vestanfyri suður í nátt, men longu kl. 06.45 var hann í Trongisvágsfirði, og klokkan var ikki farin langt av 07.00, tá hann loysti av Krambatanga á veg til Havnar aftur, skrivar Suðuroyarportalurin.