Smyril fingið maskinbrek eystanfyri Suðuroy

Hann hevur ligið eystanfyri Suðuroy í ein tíma, men tað er fult tamarhald á støðuni

Táið Smyril fór av Krambatanga í Suðuroy, klokkan 8.30 í morgun, fekk hann maskinbrek beint sum hann var komin út av Trongisvágsfirði.

 

Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Stranferðsluni, sigur, at teir mistu brádliga brennioljutrýstið øðrumegin, og tveir motorar steðgaðu.

 

Hann hevur sostatt ligið meststum stillur Eystanfyri Suðuroy, ella eystanfyri Dímun. 

 


Rakstrarleiðarin sigur, at tveir av motorunum ganga framvegis, so at Smyril hevur framdrift. Teir hava bara ligið stilt fyri at finna feilin.

 

Men veðrið er gott og rákið er til vildar, og, sum sagt hava teir framdrift, so teir hava fult tamarhald á støðuni, og tað er ongin vandi á ferð, yvirhøvur, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

 

Hann skuldi vera í Havnini klokkan 10.30, men nú verður hann so nakað seinkaður.

 

Tað nýggjasta: 

Beint nú hevur Smyril sett ferð á aftur, og hevur sett kós ímóti Havnini. Teir hava skift frá tungolju, til diesel, og hava fingið kraft aftur á motorarnar. Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari, sigur, at beint eftir nýggjár verður lagt endaliga um til diesel, og tá verður framdriftin nógv tryggari enn hon er við tungolju