Suðuroyarsiglingin
Nýggi Smyril skal yvirtaka atløguplássið hjá Norrønu í Havn og nýtt atløguplás skal finnast til Smyril onkra aðrastaðni, enn í Havn
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Páskaaftan kallaði ferðavinnan í Suðuroy kommunupolitikarum og landspolitikarum saman til fundar at viðgera samferðsluna ímillum Suðuroynna og Havnina.
Ein partur av hesum fundi var um trupulleikan, sum hevur staðist av at finna nýtt atløguplass til nýggja Smyril í Havnini.
Einasta boðið í løtuni upp á eina loysn, er ætlanin hjá Tórshavnar Havn at spreingja og dýpa framvið framvið Tinganesi fyri at gera atløgupláss til nýggja Smyril á Bursatanga, uttaná Norrønu.
Hinvegin hevur fornminnanevndin heitt á landsstýrismannin í mentamálum at økisfriða Tinganes heilt út á 10 metra dýpi.
Men á fundinum í Suðuroy vísti Løgmaður á, at sama um Tórshavnar Havn fær loyvi til at dýpa framvið Tinganesi ella ikki, so er tað ein vánalig loysn at troka tvey so stór skip inn á Bursatanga.
? Tað er púra burturvið at gera atløguplás til nýggja Smyril uttan á Norrønu, heilt inni ímóti landi.
? Hetta eru tvey skip, sum tilsamans hava eitt virði upp á eina heila milliard og tað er ikki skilagott at troka tey inn á eitt so lítið øki, sum talan her er um, segði Løgmaður.
Hann vísti eisini á, at verður hendan losnin vald, fer tað at elva til trupulleikar kortini, tí at Norrøna kann undir øllum umstøðum ikki koma at bryggju, tá ið Smyril liggur í sínum atløguplássi og hann ivaðist í, um Smyril kundi koma at, tá ið Norrøna lá í sínum plássi.
Men Jóannes Eidesgaard heldur, at størsti trupulleikin er Norrøna.
?Tórshavnar Havn er ov lítil til eitt so stórt skip sum Norrøna, heldur hann.
Hann sigur at hendan morgunin, Norrøna ikki torgaði at bryggju fyri vindi, stóð hann í einum vindeyga í Tinganesi og eygleiddi hana.
?Tá ið hon ikki kundi koma at tann dagin, verða tað nógvir dagar, at hon kemur at liggja úti í Nolsoyarfirði, tí tá var vindurin onki at tosa um, segði Jóannes Eidesgaard.
? Eg haldi sostatt, at Tórshavnar Havn av álvara eigur at umhugsa at finna Norrønu eitt annað atløgupláss uttanfyri Havnina, segði Løgmaður og at Smyril kemur at fáa fast pláss, har Norrøna nú hevur atløgupláss.
Norrøna av Havnini
Jóannes Eidesgaard heldur sostatt, at nógv tann besta loysnin hevði verið at funnið Norrønu eitt fast atløguplás onkra aðrastaðni enn í Havn og at Smyril fekk fast atløgupláss inni í krókinum, har Norrøna nú liggur.
? Tí kann tað væl verða, at næsta útspælið frá landsstýrinum verður at biðja Tórshavnar Kommunu um samráðingar um at lata Landskassin yvirtak ferjuleguna og landgonguna, sum er gjørd til Norrønu inni á Bursatanga.
Men so má ein onnur loysn finnast fyri Norrønu, men tann loysnin liggur ikki í Havnini, sigur Løgmaður.
Henrik Old skoytti uppí, at skipararnir á Smyrli eru ikki fegnir um loysnina, sum Tórshavnar Kommuna ætlar at seta í verk við atløguplássi til nýggja Smyril inni á Bursatanga uttaná Norrønu.
? Tað merkir, at Smyril skal bakka at bryggju á einum ógvuliga trongum øki. Og hendir bara tað allarminsta, tá ið eitt skip bakkar á so trongum øki, er róðrið og skrúva tað fyrsta sum tekur og so er Smyril liðugur í longri tíð, tí so má hann av landinum
? Alla aðrastaðni verður roynt at sleppa undan at bakka við so stórum skipum, legði hann afturat.
Skipafelagið rykkja eina skipslongd
Men suðuroyingar hava eisini eitt annað uppskot, verður als ongin møguleiki at fáa Norrønu úr Havnini.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, helt, at ein onnur loysn kundi verið at tikið samráðingar upp við Tórshavnar kommunu og Vinnumálaráðið um at gera ein ferjuskráa til nýggja Smyril heilt inni í krókinum við Skipafelagið.
Men so mugu allir partar góðtaka, at skipini hjá Skipafelagnum rykkja eina skipslongd longur út á Molan at liggja.
Á ferðavinnufundinum í Suðuroy leygardagin varð víst á, at tað eru bara einstakar ferðir, at Norrøna og Smyril eru á Havnini í senn.
Men hetta er, tá ið ferðaætlanin hjá Norrønu heldur. Er hon seinkað av veðrið, kann hetta skapa enn størri trupulleikar.
?Renna vit okkum í seinkingar hjá Norrønu, verður tað ein hurlivasi av eini aðrari verð, helt Hergeir Nielsen. Hann helt tí, at politiskt trýst eigur at verða lagt á Tórshavnar Kommunu og á Skipafelagið um at rykkja eina bátslongd longur út á Molan, so at Smyril kann liggja í krókinum við Skipafelagið, tá ið Norrøna og hann eru í Havn í senn.