Smyril kann rekast bíligari og betri nærri brúkaranum

   

Hergeir Nielsen
??????????????

Fjøld av fólki hevur spurt meg, hvussu gekst við málinum um at leggja umsitingina av Smyrli nærri brúkarunum. Eingin sigur seg hava hoyrt nakað, lisið nakað ella sæð nakað um viðgerðina av málinum í fjølmiðlunum.
Hví føroyska pressan ikki heftir seg við tað einasta løgtingsmálið, sum er viðgjørt av nývalda løgtinginum, fái eg tíverri ikki svarað fyri.
Heldur ikki fái eg svarað fyri, hví vit tjóðveldismenn verða burturtagdir í øðrum málum eisini, men týðiligt er, at heilt nógvir lesarar, lurtarar og hyggjarar saknað nakað nógv av óheftum tíðinda- flutningi úr nývalda løgtingi okkara.
25. februar fekk málið um Smyril drúgva viðgerð á tingi. Á heimasíðu míni, www.hergeir.com, havi eg greitt frá framløguni, og á www.logting.fo kann lurtast eftir viðgerðini av tingmáli nr. 29/2003.

Landsstýrismaðurin breyt tingskipanina
Uppskotið um at flyta ein part av umsitingini av Strandfarskipum Landsins til Suðuroyar skal lutvíst síggjast í ljósinum av, at tað bæði er rímiligt og fyrimunarligt, at henda almenna umsiting liggur so nær brúkarunum sum gjørligt, og í ljósinum av, at útjaðarin eigur sín rímiliga part av teirri almennu føroysku umsitingini.
Hetta lógaruppskotið um flyting av umsitingini av Smyrli skal í triðja lagi síggjast í ljósinum av uppskoti mínum undir viðgerðina av løgmansrøðuni 2003, og í fjórða lagi í ljósinum av einum fyrispurningi, sum eg setti landsstýrismanninum í vinnumálum tann 19. nov. í fjør.
14 yrkadagar og 6 tingfundir seinni var framvegis eingin fyrispurningur svaraður, so sum tingskipanin annars fyriskrivar sum seinasta freist fyri svari, og varð tí málið nú sett fram nú í lógarlíki.

Hvat sigur lógaruppskotið?
Lógaruppskotið gongur í stuttum út uppá at flyta alla umsiting av nýggja suðuroyarskipinum, íroknað rakstur og planlegging, til Suðuroyar, nú tá ið tað nýggja skipið kemur í sigling.
Tænastustigið á Suðuroyarleiðini er bøtt nakað væl, í og við at vit hava hækkað túratalið upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan ætlanin við nýggja Smyrli var at røkka enn longur framá í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suðuroyarfjørð við enn hægri túratalið.
Og ráðini til enn meiri sigling finna vit í sparingum í rakstrinum annars.
Smyril er størsta ferðamannskipið í almenna reiðarínum og lívæðrin hjá suðringum á samferðslu- økinum, og tað nýggja skipið, sum vit strektu kjølin til við sáttmála frá 9. apríl 2002, er enn størri og ávegis.
Tað nýgja skipið er nakað størri enn tað verandi, tað gongur skjótari, og sáttmálakostnaðurin er 40,45 mió evrur, ella um 300 mió. kr., og var ætlan okkara, at rinda seinasta triðingin av sáttmálakostnaðinum á hesari fíggjarlógini í sambandi við, at skipið kemur í sigling í oktober í ár.
Sum fyrr nevnt, so er eisini almenni hugburðurin og tíðin komin hartil, at vit í útjaðaranum fáa part í lønarinntøkunum og sosialu menningini av almenna samfelagsrakstrinum.
Og víst verður í uppskotinum til, at tað at flyta ein part av reiðaravirkseminum hjá SL til Suðuroyar ikki kostar meira enn at reka fyritøkuna í Havn, heldur minni.

Ógvusligur lønarvøkstur
Roknskapartølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa ein ógvusligan lønarvøkstur upp á heili 44% yvir 5-ára skeiðið 1998 - 2002.
Talan er um ein lønarvøkstur úr 50 upp í 72 mió.kr., ella 22 mió.kr. Lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum er bara 7,5 mió.kr. av hesi upphædd, meðan restin so ivaleyst er til nýtt til annað virksemi av ymiskum slag.

Lønir v.m.
199850 mió.kr.
199954 mió.kr.
200062 mió.kr.
200169 mió.kr.
200272 mió.kr.

Hyggja vit í løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2004, so síggja vit har, at almenna reiðaríðið lønar 180 fulltíðarstørvum og at lønarparturin er 72 mió.kr. Her má so vera talan um mánaðarlønta partin av reiðarínum, meðan eini 100 ársverk í tímalønum so koma afturat teimum 180 føstu lønunum.
Strandfarskip Landsins hava sostatt eini hálvttriðja hundrað ársverk á lønarlistanum.

Roknskaparlig sundurgreining
Ársroknskapurin hjá SL er sundurgreinaður í felags fyrisiting, oyggjaleiðir, bygdaleiðir, og farmaleiðir.
Samlaði lønarmassin hjá reiðarínum er sum áður nevnt 72 mió.kr., og fara tær 42,7 mió.kr. til rakstur av oyggjaleiðunum, harav Suðurleiðin einsamøll kostar 16,1 mió.kr. í lønum.
16 mió.kr. í lønum geva úti við 70 ársverk, sum sostatt kunnu roknast at vera knýtt at Smyrli og rakstrinum um Suðuroyarfjørð burturav.
Harafturat er ein felags fyrisiting fyri alt SL, sum so eisini umsitur suðurleiðina, og kostar hon 13 mió.kr. í lønum.

Suðurleiðin gerst 2 mió.kr. bíligari
Sakkønir halda, at Smyril kann rekast fyri 14 mió.kr. um árið, ella 2 mió.kr. minni enn verandi rakstur vísir, hóast eitt starv sum hovmeistari kemur afturat.
Við 8 fólkum á landsíðuni (fyri 228.000 kr. um mánaðan,) og við 38 fólkum á sjósíðuni (fyri 892.686 kr.) kostar Smyril 1.120.686 kr. í lønum um mánaðan, ella 14.053.404 kr. um árið.
Hetta eru 2 mió.kr. minni um árið enn verandi rakstur vísir.
Oman á ein dýrari lønarrakstur av Smyrli hevur so almenna reiðaríðið eina felags fyrisiting fyri oyggja- bygda- og farmaleiðir, sum ber ein lønarkostnað upp á 13 mió.kr.
Hvussu stórur partur av hesum lønum eisini kunnu roknast Smyrli til, er torført at meta um, men tað er so ikki til fyrimuns fyri verandi skipan.

Umsita eisini umborð
Ført verður fram í uppskotinum, at raksturin gerst bíligari, verður umsitingin løgd í Suðuroy. Omanfyri nevndu tøl benda tann vegin, og ivaleyst kann henda umsiting gerast bíligari, eisini um hon verður liggjandi har hon liggur, bara viljin er til tað.
Tað verður ikki tørvur á so nógvum fólki til sjálva umsitingina, og harafturat er so ætlanin at leggja ein part av umsitingini umborð, so sum vanligt er alla aðra staðni enn hjá Strandfarskipum Landsins í Føroyum.
Manningartalið eigur hinvegin at økjast við einum hovmeistarastarvi, sum kann vinna nýggja skipinum inntøkur við einum dagførdum matstovuvirksemi á hædd við tað besta, sum fæst í landi.
Eitt gott vikuskifti í Suðuroy kann soleiðis taka seg upp umborð á Smyrli á veg suður, og ríkir møguleikar gevast fyri skeiðsvirksemi, uppihaldi og matstovurakstri í hesum sambandi.

Aðrir fyrimunir
Eingin ivi er um, at ein røð av fyrimunum eru av at umsitingin av farleiðini liggur so nær brúkarunum sum gjørligt. Tørvurin hjá loklasamfelagnum er eini lokalari umsiting meiri viðkomandi, og allar avgerðir viðvíkjandi planlegging, rakstri, trivnað og trygd umborð verða tiknar so nær brúkaranum sum gjørligt.
"Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum" - og - "miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið," hava vit sagt í undanfarnum samgonguskjølum, og gjørdu vit ma. av at skráseta nýggja Smyril á Trongisvági.
Skrásetingin einsamøll kastar einki av sær til lokalsamfelagið har suðuri, men vísandi til almenna hugburðin um eisini at flyta almenn starvsfólk út á jaðaran, verður nú sóknast eftir einum vilja til at flyta eitt ávíst tal av almennum størvum til Suðuroyar at umsita egin viðurskifti.
Siglingin um Vestmannasund er niðurløgd, og tað er Skálafjarðaleiðin eisini. Tá koyrandi verður undir Lorvíksfirði fellur ferjuleiðin har burtur.
Kallsoyar-, Fugloyar-, Mykines-, Skúvoyar-, Sandoyar- og Nólsoyarleiðirnar, sum tá vera eftir, kunna tá, ella beinanvegin um undirtøka er fyri tí, verða lagdar undir eina felags fyrisiting í Suðuroynni. Tað er ikki annað enn rímiligt

Fleiri pástandir
Sjálvandi eru fleiri pástandir í tí, sum her er sagt, og sum onkur tí fer at finna sær frægd í at skjóta niður. Tað leggi eg nú ikki so nógv í.
Tað var jú eisini ein pástandur frá mínari síðu, tá ið eg á Kyndilsmessu í fjør reisti málið politiskt um at leggja Øravíkar Hov tunnilin í neðra, og fáa ein skjótari, betri og bíligari tunnil - sum var til fyrimuns fyri brúkaran og sum spardi tí almenna bæði tíð og pening.
Landsstýrismaðurin var tá á veg niðan í tingi við einum óbrúkiligum projektið, sum var ein triðingskostnað dýrari.
Úrslitið gjørdist, at tað málið nú aftur í eitt ár er kannað av sakkønum, sum frammanundan í longri áramál høvdu kannað sama mál. Vónandi síggja vit ta nýggju verkætlanina her á borðinum fyrsta dagin.
Um lagnan av hesum máli verður átøk tunnilsmálinum, veit eg ikki, men hugskotini, her eru nevnd , eru eina eftirmeting verd og vóni eg, at vinnunevndin fer undir eina sakliga viðger av hesum máli, og fær nakað munagott burturúr.
Til ber sjálvandi at biðja tey sum umsita málið, koma á fund og so fáa eitt tilmæli um at halda fram við verandi skipan, ið einki kann bøtast um.
Men tað ber eisini til hjá vinnunevndini at leita aðrar leiðir at søkja sær vitan um skiparakstur - tann vitanin skuldi so ikki trotið her um okkara leiðir.
Vónandi fáa vit so eitt skilagott tilmæli aftur á tingborð, sum gevur suðringum nøkur almenn arbeiðspláss, og sum gevur brúkarunum av Smyrli ta fullu nyttuna av skipinum.