Smyril legði seg 58 stig

At skip leggja seg í ringum veðri er ikki óvanligt, hóast nógv hevur verið gjørt burturúr, at Smyril herfyri legði seg 42 stig á veg til Suðuroyar. Smyril hevur mangan brattan farið og próvfast er, at hann í 1994 legði seg 58 stig

Herfryi legði Smyril seg 42 stig á veg til Suðuroyar. Veðrið var heldur vánaligt, men túrurin var góður, men brádliga kom skipið í ringan sjógv og legði seg 42 stig, tá skipið fekk rættulig brot. Alt hendi brádliga og kom sera óvæntað og helst hevur hetta gjørt sítt til, at ferðafólk fingu skelk og at fjølmiðlar hava gjørt burturúr ferðini.
                      Men Smyril hevur mangan brattan farið, síðani skipið kom til Føroya miðskeiðis í sjeytiárunum. Og í nøkur ár sigldi Smyril millum lond, t.d. til Aberdeen.
                      Á eini ferð heim úr Aberdeen í 1994 var Smyril í ringum veðri og fekk risastór brot. Hetta var útfyri Dennis Head. Skipið legði seg heili 58 stig. Ein av manningini, Petur Dahl Nolsøe, tók mynd av dekametrinum, ið er tíl sum vísir, hvussu nógv stig skipið leggur seg. Har er próvfast, at skipið hevur lagt seg 58 stig. Hvørt tað so er met hjá Smyrli, sigur søgan hinvegin einki um. Men Petur minnist, at trailararnir umborð vóru tómir henda túrin og tað fegnast hann um, tí óivað hevði støðan verið hættisligari, um meira vekt var umborð.                      Myndin hevur síðani túrin hingið á brúnni umborð á Smyrli og er í dag heldur illa farin, tí ljósið er farið við henni. Petur Dahl Nolsøe hevur tí tikið myndina til hús, eisini havandi í huga, at nú styttist, til skipið verður tikið úr suðuroyarsiglingini, tí ein nýggjur og betri Smyril skal røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð, ið sum kunnugt hevur bæði sól og logn og myrkur og vind at bjóða teimum ferðandi.