Smyril liggur tungt í sjónum

Longu áðrenn nýggja suðuroyarskipið er bygt, er tað greitt, at suðuroyarleiðin við skipinum liggur tungt í sjónum. Sum er vanta tretivu milliónir í til eina nýggja atløgu bryggja. Alternativið er, at nýggi Smyril leggur at har og tá, tað er pláss fyri honum í Havn

SMYRIL

?Vinnumálaráðið er í einari truplari støðu.
Hesi orðini eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm. Spírin til truplu støðuna er nýggja suðuroyarskipið.
Fyri uttan at vera kostnaðarmiklasta verkætlanin av sínum slag nakrantíð at smíða skipið, so skulu havnirnar í Suðuroynni og í Havn eisini riggast til, soleiðis at nýggja skipið skal kunna leggja at á bestan hátt.
Jan Christiansen hevur fyri Sosialinum áður gjørt vart við, at Tórshavnar kommuna ikki er sinnað til at gjalda kostnaðin fyri eina nýggja atløgubryggju til komandi suðuroyarskipið.
Hetta hevur Bjarni á Djurholm eisini sannað á fundum við Tórshavnar havn og borgarstjóran.
?Sum landsstýrismaður skal eg tryggja optimal viðurskifti fyri nýggja suðuroyarskipið, sigur Bjarni Djurholm.
Sum landsstýrismaðurin málber seg, so liggur hetta arbeiðið tungt í sjónum í løtuni.
Arbeiðið at gera eina nýggja atløgubryggju á eystarubryggju í Havn er met at kosta einar 30 milliónir. Harumframt skal eitt arbeiðið gerast fyri 55 mió. á Tvøroyri til nýggja suðuroyarskipið. 25 milliónir eru játtaðar í 2003 og 30 milliónir mugu so játtast í 2004. Harumframt skal landið av við í øllum førum 18,5 mió. til útbyggjan av havnini í Vági.
Nýggja Suðuroyarskipið skal handast eigaranum 12. oktober 2004 og verður sett í sigling nakað eftir.
?Eingir pengar eru játtaðir til atløgubryggju í Havn, tí tað eru ongir pengar. Sum er gongur illa við at fáa alt at ganga upp, sigur Bjarni Djurholm.
Í fyrstu atløgu varð tosað um, at landið skuldi rindað ein triðjing av móttøkutorninum á Eystaru bryggju. Hesin kostnaðurin skuldi ikki gerast størri enn seks milliónir.
?Hetta legði fyri landsstýrið, men vilji var ikki til at játta hesar pengarnar, og vit eru nú farin um evstamark, og eg havi boðað Tórshavnar kommunu frá, at vit hava ikki pengar tøkar til tornið, sigur Bjarni Djurholm.
Eftir hvat landsstýrismaðurin skilur, verður tornið bert bygt í samstarvi við Smyril Line og ikki við nýggja suðuroyarskipinum sum endamálið.
Landsstýrismaðurin arbeiðir nú eisini við møguligum loysnum, sum innibera, at Tórshavnar kommuna skal gjalda ein munandi part av arbeiðinum, og endurgoldið verður so kommuni í form av endurgjaldi ella havnagjaldi. Hetta er tó ikki komið longur á borðið hjá landsstýrismaðurin.
Tórshavnar kommuna hevur ongar pengar sett av til at gera atløgubryggju til nýggju Norrønu, men nýggja Norrøna verður uppfatað sum ein vanligur góður kundi, og harvið verður ein nýggja atløgubryggja og torn gjørd.

Liggja har tað er pláss
Tekningarnar, sum hava staðið í Sosialinum, eru annars gjørdar í sambandi við nýggju atløgubryggjuna hjá nýggja suðuroyarskipinum. Hetta gevur skipinum eitt fæst og gott pláss tætt við verandi atløgustað.
Eru eingir pengar til arbeiðið, so má skipið húsast aðrastaðni.
Tórshavnar býráð hevur greitt meldað út, at nýggja suðuroyarskipið vil fáa rúmd har og tá tað er pláss fyri tí. Tað merkir, at nýggja suðuroyarskipið kann leggja at við molan ella við havnakontórið ella kanska má bíða eftir plássi.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at Smyril sum er má leggja at við havnakontórið. Hetta er als ikki hóskandi, tí bilar og ferðafólk mugu ganga út við bakportri, og ferðslan verður nógd darvað, og fløskuhálsar stinga seg upp.
Sum tað er sær út nú, so verður tað tó við sama stað, at Smyril skal leggja at kanska í eini tvey ár afturat, tí rúm er ikki skapt fyri honum nakra aðrastaðni.