UTTANLANDSSIGLING
Seinasta árið hava starvsfólk og leiðsla í Smyril Line vent gongdini í reiðarínum. Avlop er á roknskapinum fyri 2006, og úrslitið er betrað heilar 53 mió.kr. Úrslitið er eitt avlop á 1,6 mió.kr. móti einum halli á 51 mió.kr. fyri einum ári síðani.
- Vit fegnast um, at hallið er burtur, og at fyrsta stigið í endurreisingarætlan okkara hevur eydnast. Um felagið framhaldandi skal mennast, er tó ikki nøktandi við hesum staka úrslitinum. Enn eru stórar avbjóðingar fyri framman, og komandi úrslit skulu tryggja ein sunnan vøkstur eisini frameftir, sigur Thomas Magnussen, stjóri í Smyril Line.
Vøksturin í 2006 hevur verið stórur orsakað av avgerðum og broytingum fyri einum ári síðani. Starvsfólkini hava lagt nógv fyri, og úrslitið er positivt fyri fyritøkuna. Farna árið vísir serliga, at raksturin er komin í eina trygga legu.
Nýskipaða sølu- og marknaðararbeiðið í Europa ber ávøkst, og Smyril Line kann vísa á inntøkuvøkstur á øllum økjum. Vøksturin í søluni er 23 prosent ella 39 mió.kr., og samstundis eru nýggir inntøkumøguleikar skaptir. Ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, og talið av ferðandi er økt 40 prosent. Seinasta árið eru inntøkurnar frá frakt øktar 17 prosent.
Við ársenda var eginpeningurin 177 mió.kr., og tað merkir, at Smyril Line er ein fíggjarliga sterk fyritøka.
- Raksturin er effektivur. Tað sæst millum annað aftur í, at manningarútreiðslurnar eru óbroyttar, hóast 40 prosent fleiri ferðafólk hava valt Smyril Line seinasta árið. Vit hava nógv at takka starvsfólkunum fyri, sigur Thomas Magnussen, stjóri.
2007 er eitt spennandi ár við nýggjum avbjóðingum, og útlitini fyri árið eru góð. Leiðslan í reiðarínum roknar við, at árið vignast væl við framhaldandi vøkstri innan ferðafólka- og farmaflutning.
Aðalfundurin í P/F Smyril Line verður væntandi í apríl 2007.