Smyril Line bindur um heilan fingur

Orsøkin til, at fleiri, ið skuldu heimaftur 3. januar ikki sleppa, er, at Norrøna skal í dokk fáa nýggjar stabilisatorar. – Vit harmast um støðuna, men fáa onki gjørt, sigur sølu- og marknaðarstjórin á Smyril Line

Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line harmast um støðuna, men sigur seg ikki kunna gera nakað við hana.

- Vit eru sera hørm um støðuna, men tað er ikki nakað vit kunnu gera nakað við. Um vit skuldu hjálpt hesum umleið 50 fólkunum, ið hava bílagt ferð heim tann 3. januar, hevði tað verið alt ov kostnaðarmikið fyri okkum, fortelur Jákup Sverri Kass. Hann leggur afturat, at fólkini hava møguleika at flyta bilin heim aftur við Blue Water og at hesi fólkini fáa pengarnar fyri gamla ferðaseðilin aftur.

- Broytingin rakar eisini tey, ið skulu niður aftur 8. januar, men til teirra kunnu vit bjóða at koma við 1. januar í staðin, greiðir sølu- og marknaðarleiðarin frá. Sum eisini heldur, at tey eru rættiliga tíðliga úti at fortelja fólki, at tað hesir trupulleikar eru.


Nýggjar stabilisatorar

Stabilisatorarnir hava verið ein trupulleiki hjá Norrønu, síðan hon var keypt, men tað er hesin trupulleiki, ið nú skal endaliga rættast.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at ferðafólkini fáa ein nógv dýrari túr, men tað dokkingin er neyðug fyri okkum, so vit til 2009 hava eru trygg við stabilisatorarnar, ið leingi hava verið ein trupulleiki hjá okkum. Nú fáa vit nýggjar stabilisatorar og vóna, at hesar dokkingarnar verða nógv færri komandi árini. Vit binda satt at siga um heilan fingur, sigur Jákup Sverri Kass.

Norrøna fer í dokk 3. januar, og kemur ikki aftur í sigling fyrr enn 30. januar.