Smyril Line fingið endurgjaldskrav

Klaksvíkar Havn hevur sent Smyril Line endurgjaldskrav fyri avtalubrot. Vil reiðaríið ikki gjalda, kann málið enda í rættinum. -Vit gjørdu eina samstarvsavtalu í 2006, sum gongur út í oktober mánað í ár, men vit kunnu bara staðfesta, at Smyril Line av ókendum orðsøkum hevur brúkt aðrar havnir og harvið brotið avtaluna, hóast kommunan hevur hildið sín part.

Tað sigur formaðurin í nevndini fyri Klaksvíkar Havn, Atli Justinussen, við Norðlýsið.

Hann sigur, at tá Norrøna í vetur legði at bryggju í nýggju havnini í Kollafirði, fleyt bikarið yvir. Nú hevur havnarnevndin so avgjørt at siga avtaluna við Smyril Line upp og at krevja reiðarríðinum eftir endurgjaldið.

Atli Justinussen sigur, at Smyril Line hevur fingið endurgjaldskrav, men at felagið hevur ikki svarað.

-Vil reiðaríið ikki gjalda, mugu vit umhugsa aðrar møguleikar, sigur hann.