Smyril Line-formaður eisini annan sess

Nógv bendir á, at nevndarformaðurin í Smyril Line skal hava ein nevndarsess afturat Klaus Kjærulff, sum herfyri varð valdur til nevndarformann í Smyril Line, skal eftir øllum at døma eisini vera nevndarformaður í reiðarínum Nordic Tankers.

Børsen skrivar, at Klsus Kjærulff skal taka við sum formaður í Nordic Tanker ístaðin fyri Steen Bryde, sum fór á húsagang herfyri.

Sambært Børsen vil Klaus Kjærulff hvørki vátta ella avsanna tíðindini, men blaðið hevur skilt, at hann verður valdur til formann, tá Nordic Tankers fer at hava eykaaðalfund í næstum.