Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar 2024 og verður navngivið Glyvursnes.
Skipið varð bygt á skipasmiðjuni, Sietas, í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metur langt og 20,6 metur breitt.
Glyvursnes verður sett í regluliga sigling á rutuni sum “Mistral” røkir í dag. Tað vil siga millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals.
Tá ið Glyvursnes kemur afturat, eigur Smyril Line øll seks skipini í flotanum.
##med2##