Smyril Line keypir síni egnu hús aftur

Smyril Line skal keypa bygningarnar, sum felagið húsast í, aftur frá Sp/F Havnar Fiskacentrali, sum hevur átt bygningarnar seinastu árini.

Smyril Line skal keypa bygningarnar, sum felagið húsast í, aftur frá Sp/F Havnar Fiskacentrali, sum hevur átt bygningarnar seinastu árini.

 

Sp/F Havnar Fiskacentralur er dóttirfelag hjá Sp/F 14, sum er felagið, sum í sínari tíð átti Tórshavnar Skipasmiðju. Hetta felag er illa fyri fíggjarliga og hevur eina negativa eginogn upp 123 milliónir krónur.

 

Felagið hevði í 2007 eina positiva eginogn upp á 559 milliónir krónur. Men felagið hevur havt risastór tap seinnu árini, so allur tann peningurin er burtur, og felagið hevur upparbeitt sær eina negativa eginogn upp á 123 milliónir krónur.

 

Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar kommunu fyri býráðsfundin hóskvøldið sæst, at Havnar Fiskacentralur nú fer at selja bygningarnar aftur til Smyril Line. Talan er um bygningin, sum Smyril Line bygdi fyri um 25 árum síðani og gamla bygningin hjá Vilhelm Nielsen & Søn.

 

Tórshavnar Kommuna hevur tinglýstan forkeypsrætt til ognirnar, og tí er neyðugt, at kommunan víkir frá hesum rætti, fyri at handilin skal koma í hús.

 

– Tinglýstu servituttirnir um forkeypsrætt, sum eru frá 1935 og 1961, tæna ongum endamáli nú bygningar eru bygdir á stykkini, verður sagt í gerðabókini frá býráðsfundinum.

 

– Fyri at avgreiða málið á skjótasta hátt, mælir kommunusjtórin og leiðarin á løgdeildini til at kommunan fráskrivar sær forkeypsrættin í hesum føri og at kommunan góðtekur víðarisøluna av matr. nr. 620e og 621d, Tórshavn. Á henda hátt kann sølan verða avgreidd beinanvegin, stendur í gerðabókini.

 

Býráðið samtykti einmælt at víkja frá forkeypsrættinum.