Smyril Line nýggj høli í Hanstholm

Fyri 5 milliónir krónur hevur Smyril Line tikið farmaavgreiðsluna í Hanstholm undir egið veingjabreiði. Íløgan fevnir um økisleigu, hallarkeyp og nýbygdan skrivstovubygning. Býráðsforkvinnan í Hanstholm var ovurfegin á samkomu, skipað varð fyri í snotuligu hølunum. Føroyska virksemið í býnum hevur sambært henni sera stóran týdning fyri vinnulívið á staðnum

Høgni Mohr


Smyril Line hevur fingið fótin fastan í farmavinnuni. Nú Norrøna fór at fevna um størri part av flutningvinnuni seinasta heyst, tá farið varð undir regluliga vetrarsigling, er greitt at nýhugsan er neyðug, skal felagið ikki missa hetta fótafesti .

Til tess at gera vart við seg, bjóðaði Smyril Line umboðum fyri allar farmakundarnar til Hanstholm við Norrønu. Ferðin fekk stóra undirtøku, og Sosialurin var sjálvandi eisini við umborð.


Enn ein varði

Herfyri lá stóra og snotuliga ro/ro-skipið, Clare, við Eystaru Bryggju. Ætlanin er, at hetta farið skal røkja tann partin av farmaflutninginum, sum Norrøna ikki er ment, meðan flaggskipið er í summarsigling. Clare er skrásett í Noreg, og hevur umframt nakrar norðmenn á brúnni, pólendska manning.

Flestum kunnugt lat Smyril Line hin 1. apríl upp nýbygt vallaraheim í Tórshavn, og við Professor Lundgrens Gade á velduga havnarlagnum í Hanstholm, er enn ein varði í virksemi felagsins vorðin veruleiki. Her, beint innanfyri innsiglingina í Hanstholm, hevur Smyril Line gjørt 22 ára leigusáttmála við Hanstholm Kommunu. Leigaða økið er 4.000 fermetrar til støddar, og ein høll stóð longu har, nú leigumálið varð veruleiki. Høllin, sum Smyril Line nú hevur ognað sær, varð áður nýtt at goyma gørn og reiðskap í.


Klárt um tvær vikur

Føroyska felagið hevur bygt ein triðing uppí sjálva høllina, og sostatt er gólvvíddin einar 800 fermetrar. Ætlanin er, at farmahøllin skal býtast í tveir partar. Annar parturin verður kølihøll við trimum flutningsskráum til góðs . Tað verður munin meira ómakaleyst at fáast við umlasting, nú last- og binjgubilar kunnu koyra góðsið beinleiðis inn á goymslugólvið. Hin hallarhelvtin, ið hevur egna inngongd fer at vera nýtt til vanligt stykkjagóðs. Goymsluhølini fara at verða tikin í nýtslu um góðar tvær vikur.

Harumframt er tvíhæddaður skrivstovubygningur bygdur uppí goymsluna. Hesi sera nýmótans høli eru 270 fermetrar til støddar. Danska fiskaríeftirlitið fer væntandi at leiga ein part í niðaru hædd, og her verða eisini brúsurúm og matarhøli. Ovara hæddin fer at hýsa virkseminum hjá Smyril Line. Á stóru skrivstovuni haruppi fara í fyrsta umfari fimm fólk at avgreiða alt ið kemur fyri í sambandi við farmaflutningin við skipunum hjá Smyril Line. Afturat hesum eru fundar- og matarhøli, og sjálvandi W.C, um tíð verður til tess.


Smyril Line tekur yvir

Lidna ætlanin stendur Smyril Line í 5 milliónum krónum. Á tíðindafundi søgdu umboðsfólk á Farmadeildini hjá Smyril Line beinleiðis orsøkina til, at felagið hevur barslað við spildurnýggjum goymsluhølum, vera økta virksemið. Tey ætla sær at leggja seg eftir at veita skjóta og góða tænastu, í neyvum samstarvi við viðskiftafólki.

Smyril Line hevur í fleiri ár havt fyrimyndarligt samstarv við norska Fjordline, ið hevur havt farma- og ferðafólkaavgreiðsluna í Hanstholm um hendi. Í gjár tóku føroyingarnir farmaavgreiðsluna undir egið veingjabreiði, meðan Fjordline enn sleppur at avgreiða ferðafólkariðlarnar


Danir í Hanst-

holm fegnir

Anders Stenumgaard, ið er sølu-og marknaðarleiðari á farmadeildini hjá Smyril Line í Hanstholm sigur við Sosialin, at hann gleðir seg at sleppa í egin høli at virka fyri felagið. Tað var hesin fryntligi maðurin, ið royndi at vísa Sosialinum vegin gjøgnum riðilin av innbodnum. Føroysku gestirnir hjá Smyril Line vóru einir 130 í tali; men eisini vóru fleiri umboð fyri vinnulív og býráð í Hanstholm. Herímillum sjálv Býráðsforkvinnan, hin konservativa Åse Jensen. Hon takkaði fyri, at hon var boðin við. Í stuttari røðu mintist hon aftur á árið 1993.

- Hetta var bæði eydnu- og sorgarár, tí tað var tá, Fjordline fyrstu ferð fór at sigla í fastari leið úr Hanstholm til Noregs, segði Åse, og mintist eisini, hvussu sorgarbundin hon var, tá Norrøna gavst at sigla til Hanstholm, og beinleiðis sambandið við Føroyar harvið varð kvett. Norrøna sigldi sum kunnugt til Esbjerg eitt skifti, men fyri júst einum ári síðan varð siglingin til Hanstholm uppafturtikin. Hetta fegnaðist Åse Jensen um, og segði seg ikki ivast í, at hetta hevði verið somikið væleydnað, at Smyril Line óivað við treysti nú fór undir egna farmaavgreiðslu í vesturjútska býnum.

- Tit hava víðkað virksemið, so tað nú fatar um vetrarhálvárið eisini, eins og eitt skip er komið umframt Norrønu til tess at felagið skal megna at flyta alt góðsið, segði borgmeistarin, og helt tað vera gleðiligt, at Hansholm var valdur at vera ?knútapunkt? í hesum høpi. Vegna býráðið í gjørdi hon greitt, at stórur dentur fór at verða lagdur á útbygging og nútímansgerð í havnalagnum í Hanstholm

?Vit ganga móti spennandi tíðum her á Hanstholmar havn. Ein av fremstu uppgávum okkara er at tryggja, at havnin her fer at standa mát við framtíðarkrøvini, og vit eru vís í, at Hanstholm er og verður gáttin til Norðuratlandshavið og harvið Føroyar, segði borgmeistarin. Hon ynskti at enda Smyril Line tillukku og góðan byr framyvir, og segði at býráðið í Hanstholm stóð til reiðar við hjálp og vegleiðing, varð tørvur á hesum.

Í stuttari viðmerking við Sosialin, segði Åse Jensen, býráðsforkvinna, at hon helt tað vera týdningarmikið fyri Smyril Line at hava virksemið sítt á einum lítlum stað. Hon sammetti týdningin av føroyska virkseminum í lítlu Hanstholm Kommunu við stóra Esbjerg, sum Smyril Line hevur virkað í áður. Í Hanstholm Kommunu búgva 6.000 fólk, og helvtin av hesum búgva spjødd uttanfyri sjálvan býin.