Smyril Line sett sølustjóra

Tann 1. november byrjar danin Henrik Neelmeyer sum sølustjóri í Smyril Line. Henrik er búsitandi í Greve í Danmark og kemur til Smyril Line úr einum starvið sum stjóri fyri Institut for Selskabsledelse í Keypmannahavn.

Nýggi Sølustjórin er eitt kent andlit í ferðavinnuhøpi. Hann hevur áður verið forstjóri í Spies A/S og í Krone Rejser A/S eins og hann hevur verið stjóri í Radisson SAS í Keypmannahavn. Hann er fyrrverandi formaður fyri Foreningen af Rejsearrangører og er nevndarlimur í Danmarks Skiforbund.

Stórstu avbjóðingarnar hjá Smyril Line liggja á evropisku marknaðunum, og tí fer nýggi sølustjórin at arbeiða úr Keypmannahavn, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi.